Seinasti dystur 

 Premier league
 13-05-2012

Arsenal

West Bromwich Albion 2-3 Arsenal FC

 

  

kunningar teigur

 

Komandi dystur 

Arsenal


Arsenal FC  02-06-2012 Coldplay

 

Nógv ivamál hava verið, um hvat hendi, um Chelsea gjørdi tað ógjørliga og vunnu Champions League. Chelsea megnaði at vinna Champions League, sum flest øllum kunnugt - Chelsea og teirra føroysku fjepparar fáa eitt stórt til lukku frá okkum.

Men hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri Arsenal ?

champions league_trophy

 

Les meira: Arsenal beinleiðis víðari til bókaspælið í Champions League 2012-2013.

Sum allir Arsenal fjepparar vita, so hevur Arsenal longu nú keypt fyrsta styrkin til liðið. Talan er um Týska landsliðsleikaran Lukas Podolski, ið hevur leikt knappar 100 landsdystir fyri Týskland – altso hetta er ikki ein og hvør.

Podolski

Podolski í nýggju Arsenal blusuni

Les meira: Verður loppumarknaður á Emirates áðrenn stórkeypini ?

West Bromwich Albion - Arsenal 2-3 (Benayoun '4, Santos '28, Koscielny '54)

Arsenal kláraði akkurát at hála triðja plássið í land. 

Dysturin í dag, var ein samanumtøka av kappingarárinum 2011/12. Gott spæl frameftir, nógv mál til okkara, vánaligt og sera tilvildarligt verjuspæl, har ið miðjan ikki er til, verjan veit ikki hvat hon ger og so koyrir tað, og soleiðis hevur tað koyrt alt árið. 

Benayoun setti Arsenal í gongd, men tað helt ikki leingi, so hevði  liðið hjá Roy Hodgson skotið tvey mál. Støðan var einki álvalig, men Santos setti bóltin í netið og møguliga átti eykamálmaðurin Fulop eisini hetta málið. 

Koscielny setti trumf á eitt frálíkt kappingarár og bjargaði Wenger starvið og okkum skommina at enda aftanfyri Tottenham. 

Tíbetur, tíbetur, tíbetur.

Men vit eru púrasta í leysari luft, nú summarsteðgurin kom yvir okkum. Tað eru nógv ivamál, nú leikararnir fara at fyrireika seg til endaspælið í Evropu, meðan umboðsmenn teirra fara at garta og fylla heimasíður og miðlar við tíðindum, ið vit fara at gloypa - ella ilskast inn á.

Arsenal er longu byrjað við keypinum av Lukazs Podolski og setanina av Steve Bould sum hjálparvenjara.Tað er at fegnast um.

Les meira: Kappingarárið 2011/12 í lítlum formati

Pat Rice, Mr. Arsenal, takkar fyri seg og hevur Arsenal boðað frá, at Steve Bould verður næsti maður Wengers.

Gamli bakkurin, ið kom til Arsenal í 1964, er ímyndin av felagnum í teim svingandi 70'unum. Hann var við til at vinna The Double í 1971 og sanniliga eisini lyfti hann FA-Cup eftir søguliga sigurin í 1979, tá ið besta finalan nakrantíð var avgjørd í seinastu sekundunum. 

Les meira: No. 2 takkar fyri seg

Meira greinar...

  1. Trumfurin mistur!
  2. Podolski ávegis!
  3. Útsølan er byrjað. Keyp nú rætt inn, Wenger
  4. Captain Van-tastic

Page 1 of 41

Tín meining

Besti leikari W.B.A. - Arsenal 2-3

Hvør er á

95 gestir og ongir limir vitja í løtuni

Fyri at viðmerkja skal ritast inn